4.025 krónur um mánaðin í eftirlønargjaldi í 2017

19/09/16

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3 % frá 1. januar 2017, soleiðis at eftirlønin fer frá 3.910 til 4.025 kr. um mánaðin. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 48.300 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2017.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2015 vóru útgoldnar nærum 268 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, meðan útgjaldið til eftirløn í 2016 er mett til 360 mió. kr.

Eftirlønargjaldið úr Arbeiðsmarknaðargrunninum er hækkað munandi seinastu árini. Eftir fýra árum er gjaldið farið úr 2.850 krónum í 2013 upp í 4.025 krónur í 2017. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 41 prosent.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.