25 milljónir krónur til 14 føroyskar stjórar

17/05/15

Ein greining sum føroyski tíðindaportalurin in.fo hevur gjørt vísir, at 14 føroyskir stjórar tjentu 25 milljónir krónur í 2014.

Talan er um tøl úr roknskapunum hjá teimum størru feløgunum í Føroyum og vísir yvirlitið sum in.fo hevur gjørt, at stjórarnir í tryggingarfeløgum, bankum og børsskrásettum feløgum liggja ovast á listanum yvir teir, ið fáa bestu føroysku stjóralønirnar.

Talan er um 14 menn. Teir fingu 150.000 krónur í meðal í løn hvønn mánað í 2014. Eingin kvinna er ímillum.

Av teimum tíggju fyritøkunum høvdu allar yvirskot í 2014 uttan BankNordik og Atlantic Petroleum.

Tú kanst lesa meir og síggja yvirlitið á in.fo við at trýsta á leinkjuna her

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.