2014 gjørdist fíggjarliga besta árið hjá Finnur Fríða

16/06/15

Finnur Fríði hevði eitt gott ár í 2014. Úrslitið hjá felagnum P/f Krossbrekka, ið eigur og rekur nótaskipið Finn Fríða, gjørdist eitt avlop uppá 64 milljónir krónur áðrenn skatt í 2014.

Hetta er besta úrslit, sum felagið P/f Krossbrekka hevur havt. Frammanundan var besta úrslitið í 2011, tá úrslitið áðrenn skatt gjørdist 61 milljónir krónur.

Felagið útbetalti 47 milljónir í lønum í 2014.

Eginognin hjá P/f Krossbrekka er nú 47 milljónir krónur, eftir at felagið hevur útgoldið 47 milljónir krónur í vinningsbýti til eigaran P/f Varðin í Gøtu.

Tú kanst síggja øll tølini við at tekna hald av Vinnuvitan.biz. Í løtuni er møguleiki at royna eitt ókeypis royndarhald av skipanini, ring 601200 ella send eini boð á telduposti ella á Facebook.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.