10 góð ráð um leiðslu frá Weick – IV

04/03/15

Tú heldur kanska at tú gerst ein betri leiðari, tí tú dugir at taka avgerðir, megnar at gera trupulleikar einfaldari, og dugir at ímynda tær loysnina áðrenn tú tekur avgerð. Taka vit støði í teirri gransking, sum Karl E. Weick hevur gjørt innan leiðslu, fyrisiting og organisatión, so er hetta als ikki tann góði leiðsluhátturin.

Amerikanarin Karl E. Weick, føddur 1936, er kendur fyri at tora at geva leiðslum avbjóðingar um at veruleikin ikki altíð er sum leiðslan sær hann. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um fyriskipan og hvussu vit skapa meining í einari fyritøku. Karl E. Weick dugir væl at venda okkara hugsanum um fyriskipan og leiðslu á høvdið, og ofta gevur hetta góða meining.

Weick er millum annað kendur fyri at siga at hanling skapar hugsanir og meining, og ikki øvugt! 

Tí sum hann sigur: ”Hvussu kann eg vita, hvat eg hugsi, fyrr enn eg havi sæð, hvat eg segði?”

Meiningin, og mátin vit hugsa og handla eftir, verður altíð skapt nakað eftir, at vit hava framt handlingina. Tá vit byrja at broyta, er tað oftani ikki fyrr enn aftaná, at sjálv meiningin verður skapað, og vit kunnu greiða frá, hví vit gjørdu júst tað við gjørdu.

Weick verður oftani endurgivin, men hann kann ofta tykjast heldur torskyldur. Hesar komandi tíggju dagarnar fara vit at geva tíggju ymisk viðmæli, ið Weick hevur skrivað um hesi seinastu 40 árini, og sum verða givin til tann meiningsskapandi leiðarin.

4. Hvat væntar tú tær av veruleikanum

Tað tú væntar av tí, ið er rundanum teg, hevur tað við at ganga út, tí tað tú væntar er skjótt til at gerast ein sjálvuppfyllandi profeti. Men hetta er als ikki nakar trupulleiki, tí ein stóran part av tíðini er tað, tú væntar júst við til at gera lívið í einari fyritøku lættari. Tað er tí neyðugt at tú gevur gætur, at tú sjálvur hevur ein avgerandi lut í teimum væntanum, sum tú sjálvur kemur við, tá tað ofta gongur út sum vit vænta. Tí skulu vit ansa eftir, at væntanir ikki gerast okkum ein sjálvskapað avmarking.

 3. Ger tingini fyri at skilja tey

Hugsanir skapa handling. Tú skalt bara hava í huga, at samanhangurin millum hugsan og handling í eins stóran mun gongur hinvegin. Tá tú handlar, gert nakað, gevur tað høvi til hugsanir og harvið skapar tú eina meining. TGí er tað avgerandi at tú sum leiðari ikki letur teg stýra av ymiskum hugsanum og kanningum. Tú mást handla og síðan skapa tær eina meining við støði í tí.

2. Tosa eitt meiningsgevandi mál

Tað er neyðugt, at tú sum leiðari gevur gætur, hvørji orð tú nýtir. Tú lýsir ikki bert veruleikan –  tú ert við til at skapa veruleikan. Um tú ikki við stórum neyvleika greiðir starvsfólkinum frá, hvussu tú sært veruleikan, og nýtir orð, sum øll kenna seg aftur í, skalt tú vera vís í, at starvsfólkið allarhelst als ikki lurta eftir hvat tú sigur, og ístaðin velja at skapa eina heilt aðra meining um veruleikan, enn ta tú hevur.

1. Talk the Walk

Sum leiðari eigur tú at gera tað tú sigur – tað vil siga: ‘Walk the Talk’. Men hvussu veitst tú, hvat tú skalt siga ella tosa um, áðrenn tú hevur handlað?

Tí eiga leiðarar at virðismeta grundstøðið í teimum umvendu grundreglunum í: “‘Talk the Walk’ – at finna útav hvat er vert at tosa um, við at hyggja eftir hvussu vit hava gjørt. Tað gevur ikki meining at gera tað vit siga, um vit ikki vita, at tað vit tosa um gevur meining.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.