10 góð ráð um leiðslu frá Weick – I

01/03/15

Tú heldur kanska at tú gerst ein betri leiðari, tí tú dugir at taka avgerðir, megnar at gera trupulleikar einfaldari, og dugir at ímynda tær loysnina áðrenn tú tekur avgerð. Taka vit støði í teirri gransking, sum Karl E. Weick hevur gjørt innan leiðslu, fyrisiting og organisatión, so er hetta als ikki tann góði leiðsluhátturin.

Amerikanarin Karl E. Weick, føddur 1936, er kendur fyri at tora at geva leiðslum avbjóðingar um at veruleikin ikki altíð er sum leiðslan sær hann. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um fyriskipan, og hvussu vit skapa meining í einari fyritøku. Karl E. Weick dugir væl at venda okkara hugsanum um fyriskipan og leiðslu á høvdið, og ofta gevur hetta góða meining.

Weick er millum annað kendur fyri at siga at tað er handling, ið skapar hugsanir og meining, og ikki øvugt! 

Tí sum hann sigur: ”Hvussu kann eg vita, hvat eg hugsi, fyrr enn eg havi sæð, hvat eg segði?”

Meiningin, og mátin vit hugsa og handla eftir, verður altíð skapt nakað eftir, at vit hava framt handlingina. Tá vit byrja at broyta, er tað oftani ikki fyrr enn aftaná, at sjálv meiningin verður skapað, og vit kunnu greiða frá, hví vit gjørdu júst tað við gjørdu.

Weick verður oftani endurgivin, men hann kann ofta tykjast heldur torskyldur. Hesar komandi tíggju dagarnar fara vit at geva tíggju ymisk viðmæli, ið Weick hevur skrivað um hesi seinastu 40 árini, og sum verða givin til tann meiningsskapandi leiðarin.

1. Talk the Walk

Sum leiðari eigur tú at gera tað tú sigur – tað vil siga: ‘Walk the Talk’.

Men hvussu veitst tú, hvat tú skalt siga ella tosa um, áðrenn tú hevur handlað?

Tí eiga leiðarar at virðismeta grundstøðið í teimum umvendu grundreglunum í: “‘Talk the Walk’ – at finna útav hvat er vert at tosa um, við at hyggja eftir hvussu vit hava gjørt. Tað gevur ikki meining at gera tað vit siga, um vit ikki vita, at tað vit tosa um gevur meining.

Skrivað hevur Eyðfinn Reyðberg

25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Seinastu fimm árini sjálvstøðugur vinnurekandi, virkisráðgevi og íverkseti. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.